Einki úrslit

Aftur

Er mótstøða ímóti fosturtøku ein serkristin søk?

Virðini í einum samfelag

Føroyska samfelagið byggir á virði, sum eru myndað av kristnari trúgv gjøgnum fleiri hundrað ár. Menniskjað verður mett at hava eina serliga støðu, og hetta sæst aftur í lóggávu, sum í tí stóra og heila verjir lívið hjá tí einstaka borgaranum. Rætturin hjá einstaka menniskjanum frítt at liva eins og tí lystir, verður avmarkaður, um hann ger seg inn á rættin hjá einum øðrum menniskja at gera tað sama – og uppaftur meira, um hann hóttir lívið hjá einum øðrum menniskja.

Men tá ið rætturin til fría fosturtøku varð samtyktur í eitt nú Danmark, vendu tey sær frá hesi meginreglu. Frí fosturtøka merkir, at ófødda barnið missir lógarinnar verju, tí tað ikki longur verður mett at hava støðu sum eitt menniskja á jøvnum føti við onnur. 

At virka fyri, at lógin altíð skal verja lívið hjá tí ófødda er ein serkristin søk á sama hátt sum tað er ein serkristin søk, at virka fyri, at lógin ikki tekur rættindi frá øðrum veikum samfelagsbólkum, eins og heimleysum alkoholikarum ella fjølbrekaðum. 

Talan er tí ikki einans um eina serkristna søk. Hetta er ein søk fyri alt samfelagið, sum staðfestir, at hvørt einstakt menniskja hevur virði, heilt einfalt tí tað er til. 

“Ein og hvør hevur rætt til lív. Øll menniskju eru fødd fræls og jøvn til virðingar og mannarættindi.”

Heimsyvirlýsing um mannarættindi

Lívið hjá øllum menniskjum skal verjast

Men virðing fyri mannalívi kemur ikki av sær sjálvum. Heimskríggj, har milliónir missa síni lív, trælahald, kúgan av jødum og borgarakríggj, har gamlir grannar gerast deyðafíggindar, siga eina syrgiliga søgu fyri og aðra eftir um, hvussu lætt tað er fyri menniskju, at gera seg inn á hvørt annað. 

Tí er tað so týdningarmikið áhaldandi at berjast fyri einfalda grundvirðinum, at eitt og hvørt mannalív eigur at verða vart. Í okkara tíð og í okkara samfelagi eru tað tey minstu menniskjuni okkara millum – tey óføddu – sum eru undir hóttan.

Tað er okkara ábyrgd sum felags menniskju, at verja tey.