Aftur
02. september 2023
Bøn fyri óføddu børnunum í ólavsøkuprædikuni
Føroya Pro Vita fegnaðist um, at Ovi Brim nevndi tey óføddu børnini í ólavsøkuprædikuni til gudsstænastuna ólavsøkudag 2023, áðrenn løgtingið varð sett.
Í bønini, segði Ovi Brim prestur m.a.:
“Ver hjá teimum gomlu, miðaldrandi og ungu við. Ver hjá børnunum, eisini teimum í móðurlívi“.
Rutt Norðgerð, vísti í KVF tann 30 juli 2023, á stóra týdningin, at Ovi Brim, prestur, nevnir børnini í móðirlívi í prædikuni.