Einki úrslit

Aftur

At verja ófødda barnið krevur dirvi… og venjing

“Kennir tú tað aftur? Hvussu freistandi tað kann vera, at einki at siga um, at man veruliga er ímóti fosturtøku? Vinir seta orð á øvutu áskoðanina, onkuntíð sera bersøgið, og knappliga hevur tú mist alt dirvið, og alt álit á tínar egnu meiningar? Tað kennist heilt einfalt ov trupult.

Soleiðis nýtist tað ikki at vera. Vit hava eitt so týdningarmikið mál at verja. Vit hava haldgóð argument, og tað ber væl til, at tosa væl og sannførandi við onnur um fosturtøku. Tað einasta, sum krevst er venjing.”

Væl valdu orðini eigur Kerstin Hoffmann frá Retten til liv, sum í 2018 útgav bóklingin “Forsvar for ufødte”, sum nú er umsettur og tillagaður til føroysk viðurskifti. Vit takka Arna Zachariassen fyri eitt væl úr hondum greitt arbeiði hesum viðvíkjandi. “Verja fyri ófødd” er ein einfaldur bóklingur til tín, ið fegin vilt verja tínar áskoðanir um fosturvernd við dirvi, og á ein sannførandi, sakligan og vinsaman hátt.

Í Føroya Pro Vita fegnast vit um allar tær verjandi røddir, sum í Tinginum seinastu dagarnar, við treysti hava tala søk ófødda barnsins. Somuleiðis síggja vit týdningin av, at vanligi borgarin við sakligum samrøðum lutar sínar áskoðanir um fosturvernd, og harvið kann vera við til at ávirka hugburðin í samfelagnum til fyrimuns fyri ófødda barnið. Við hesum bóklinginum vilja vit eggja til erligar samrøður við sakligum innihaldi, tí vit hava álit á, at tann góða samrøðan veruliga kann flyta nakað.

Nakrir brellbitar úr bóklinginum:

“Tað er ein vísindalig sannroynd, at lívið hjá einum menniskja, sæð frá einum lívfrøðiligum sjónarmiði, byrjar við gitnaði. Í Langman’s Medical Embryology, sum verður nýtt av læknalesandi, stendur soleiðis:

Við gitnaði byrjar menningin hjá einum menniskja, ein tilgongd, har ein spermatozo frá manninum og ein oocyt frá kvinnuni renna saman, og ein nýggj lívvera verður til (Langman’s, s. 3)”

“Sjálvandi er munur á einum framvegis óføddum fostri og einum fult mentum menniskja. Men eingin av hesum munum kann verða nýttur, at seta fostrið útum menniskjaligu familjuna, uttan at nógv fødd menniskju somuleiðis eisini verða sett útum.”

“Men virðing fyri mannalívi kemur ikki av sær sjálvum. Heimskríggj, har milliónir missa síni lív, trælahald, kúgan av jødum og borgarakríggj, har gamlir grannar gerast deyðafíggindar, siga eina syrgiliga søgu fyri og aðra eftir um, hvussu lætt tað er fyri menniskju, at gera seg inn á hvørt annað.

Tí er tað so týdningarmikið áhaldandi at berjast fyri einfalda grundvirðinum, at eitt og hvørt mannalív eigur at verða vart. Í okkara tíð og í okkara samfelagi eru tað tey minstu menniskjuni okkara millum – tey óføddu – sum eru undir hóttan. Tað er okkara ábyrgd sum felags menniskju, at verja tey.”

Tí tú hevur virði, eg havi virði og tey hava virði.

Rebekka Fuglø Poulsen