Aftur

Aðalfundur 2025
Árligi aðalfundurin hjá Føroya Pro Vita verður 27. februar kl.19.00 í Skansahúsinum, J.H. Schrøtersgøta 11 í Tórshavn.
Tríggir nevndarlimir og tveir varalimir standa fyri vali.
Tey eru:
Nigro Bjarki Hermansen, nevndarlimur
Björk Tyril Sadembou, varaforkvinna
Rebekka Fuglø Poulsen, forkvinna
Paulina Ingriðardóttir Fuglø, varalimur
Umframt hetta skal ein varalimur veljast afturat í nevndina.
Skráin er sambært viðtøkum.
Atkvøðurætt á aðalfundinum hevur hvør tann, sum hevur verið limur í minst tveir mánaðir, hevur goldið limagjald og tekur undir við Lejeune-yvirlýsingini.
Møtið fjølment.