Einki úrslit

Aftur

Altjóða brekdagur 3. desember 2025

Øll hava virði

Í dag, 3. desember, verður altjóða brekdagur hátíðarhildin kring allan heim. Hetta er ein dagur, ið minnur okkum á, at eitthvørt menniskja, líka mikið førleikar, hevur eitt ómissandi virði. Við hesum í huga, er tað tankavekjandi, at Føroya Løgting í gjár tann 2. desember, atkvøddi við 2. viðgerð fyri at liberalisera Fosturtøkulógina við m.a. fríari fosturtøku upp til 12. viku, men eisini við víðkaðum møguleika fyri fosturtøkum upp til 22 viku gjøgnum eitt sokallað samráð.

Kann frí fosturtøkulóg sameinast við inklusión?

Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, vísti í orðaskiftinum undir aðru viðgerð av Fosturtøkulógini 2.desember á, at í Danmark, ið hevur hevur fría fosturtøku upp til 18 vikur, eru ca. 230 fosturtøkur fyri hvørji 1000 fødd børn, meðan í Føroyum, ið (enn) hevur eina restriktiva fosturtøkulóg, er tað ca. 50 fosturøkur fyri hvørji 1000 børn fødd børn.

Tað, vit síggja úr øðrum londum er, at meira liberalar fosturtøkulóggávur ofta hava við sær fleiri fosturtøkur í samband við mistanka um brek. Tað merkir í praksis, at bólkar av menniskjum, t.d. Down’s syndrom, næstan verða útruddað. Hvussu kunnu vit á tí einu síðini hátíðarhalda inklusión og einstaklingin, og á hinari síðuni, innføra lógarverk, sum økir vandan fyri selektivari útveljing?

Kvinnurættindi?

Kvinnurættindi handla eisini um stuðul, ikki um trýst. Nógvar kvinnu greiða frá, at tær kenna seg trýstar til at taka fosturtøku, tá mistanki er um, at fostrið hevur eitt brek. Verulig kvinnurættindi burdi tvørturímóti snúð seg um, at kvinnur fáa aðrar og betri lívsjáttandi møguleikar: stuðul og tryggleika, kensluliga og praktiskt. Ikki eina skipan, sum óbeinleiðis ella beinleiðis eggjar til at velja fosturtøku.

Ein spegilsmynd av okkara virðum sum samfelag?

Ein dag, sum í dag, eiga vit at spyrja okkum sjálvi: Ynskja Føroyar at vera eitt samfelag, sum verjir tey verjuleysu og sárbarastu, eisini áðrenn tey verða fødd?

Altjóða brekdagurin er ein áminning um, at verulig inklusión byrjar longu í móðurlívi.