Einki úrslit

Aftur

Fosturtøkulógin samtykt við 2. viðgerð

Fosturtøkulógin varð 2. desember samtykt við 2. viðgerð við 17 atkvøðum fyri og 16 ímóti.

Orðaskiftið var drúgt í løgtinginum til aðru viðgerð av fosturtøkulógini um at fáa fría fosturtøku upp til 12. viku í Føroyum, umframt eina liberala lóg sum heild, m.a. eisini viðvíkjandi brek og sjúku hjá ófødda barninum.

Úr landsstýrinum í løgtingi

Samgongukvinnan, Súsanna Bertholdsen fór úr landsstýrinum í løgtingið fyri at tryggja meiriluta fyri lógaruppskotinum, sum annars stóð til at falla. Hon hevði annars tikið við sum nýggj landsstýriskvinna í barna- og útbúgvingarmálum sama dag, sum hon valdi at gevast seinni um kvøldið.

Drúgt orðaskifti

Orðaskiftið vardi í góðar 7 tímar, har tingfólk ikki smæddust at verja ófødda barnið og vísa á skeivleikarnar í lógaruppskotinum: Tað snýr ikki um mammu og barn, sum mótstríðandi partar – vit kunnu og eiga at gera tað betri, tað skylda vit báðum pørtum.

Víst var eisini á hagtøl og lond rundan um okkum, hvussu frí fosturtøka broytir samfeløg og fólkasálina í einum fólki, m.a. at hvussu rúmligheit fyri teimum, ið eitt nú bera brek gerst minni, tí tey eru í lutfalsliga nógv meira øktum vanda fyri fosturtøkum í móðurlívi, har liberal fosturtøku lóggáva valdar. Tað er tí við ávísum sorgblídni, at vit í dag, 3. desember, hátíðarhalda altjóða brekdagin í Føroyum – nú okkara fólkavaldu eru í gongd við at seta eina heilt aðra kós fyri okkara samfelag.

Pro vita takkar teimum 16 tingfólkum, sum kempaðu sum brandar líka til tað seinasta undir aðru viðgerð.

3. viðgerð

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, ið var ein av teimum 16, sum atkvøddu ímóti uppskotinum, hevur í dag sagt við KVF, at alt er ikki avgjørt í málinum enn fyrrenn 3. og seinasta viðgerð hevur verið, hósdagin 4. desember.