Einki úrslit

Aftur

Nei, frí fosturtøka er ikki herðing av lógini frá 1956

Í almenna kjakinum um uppskotið til fría fosturtøkulóg, hoyrist oftað: “Flestu fosturtøkur verða kortini gjørdar fyri 12. viku, so hvat er munurin at broyta lógina til tað, sum verður praktiserað?”.

Kringvarpið fór so langt sum at kalla uppskotið: “Málið um at seta markið fyri fosturtøku úr 16 vikum niður í 12 vikur.” Hetta er ein villleiðing. Tað sum í galdandi lóg eitur 16 vikur, er markið fyri fosturtøku orsakað av teimum serligu umstøðunum, og ikki um fría fosturtøku.

Stúrin minniluti í rættarnevndini

Ein av minnilutunum í rættarnevndini í Løgtinginum (Helg8 Abrahamsen, Elsebeth M. Gunnleygsdóttir og Steffan K. Poulsen) hevur víst á ítøkiliga stúranir viðvíkjandi villingleiðingar hvussu lógaruppskotið um fría fosturtøku í hevur verið upplýst:

M.a. vísa tey á, at tað sum í hesum uppskotinum eitur 12 vikur, er markið fyri, hvussu leingi tað skal vera loyvt at velja fosturtøku uttan nakra kravda grundgeving yvirhøvur. Harafturat skal bera til at fáa fosturtøku framda eftir 12. viku undir serligum viðurskiftum.

Afturat hesum skal eisini vera møguligt at fáa fosturtøku framda, eftir at barnið verður mett at vera lívført (tað vil siga, at útlit eru til, at barnið kann yvirliva í øllum førum í nakrar vikur eftir inntrivið). Sambært § 5 kann eitt lívført fostur verða tikið, um umstøðurnar í § 3, nr. 3 avgerandi tala fyri tí. Sambært viðmerkingunum til § 5 kann hetta bara verða gjørt, um fostrið er álvarsliga sjúkt, ella hevur álvarslig avskap.

Men í sjálvum lógartekstinum verða sjúka og avskap ikki nevnd sum einasta treyt. Har stendur, at um fostrið er lívført, kann loyvi til fosturtøku verða givið, um umstøðurnar nevndar í § 3, nr. 3 avgerandi tala fyri tí. Løgfrøðiliga verður eitt fostur mett sum eitt barn, um í minsta lagi 22 fullar vikur av viðgongutíðini eru farnar. Sostatt ber til at fáa fosturtøku framda heilt fram til viku 23, um barnið ikki væntast at fáa “vanligt virkisføri”.§ 3, nr. 3 sigur, at fosturtøka kann millum annað verða framd orsakað av ættarbregði.

Tað er sostatt ikki ein treyt, at sjúka skal vera staðfest hjá barninum, men talan kann vera um eitt púra frískt barn, sum verður tikið úr móðurlívi, tí mett verður, at tað møguliga kann hava eina álvarsliga sjúku. Fosturtøka kann eisini verða loyvd eftir 12. viku orsakað av sosialum umstøðum hjá kvinnuni. Um viðgongutíðin, føðingin ella umsorganin fyri barninum má metast at elva til eina álvarsliga byrðu fyri kvinnuna, kann loyvi verða givið til fosturtøku. Tað er ikki ein treyt, at talan skal vera um nakran vanda fyri heilsuna hjá kvinnuni.

Grundfatan og lóg

Munurin liggur ikki bara í vikutali, men í sjálvum grundarlagnum. Núverandi lóg sigur: lívið skal verjast frá byrjan, og bert í heilt serligum neyðstøðum, so sum neyðtøku, lívsvanda ella álvarsligum førum, kann fosturtøka loyvast. Hetta er ein lóg, sum verjir lívið og gevur undantak.

Ein lóg við fríari fosturtøku til 12. viku sigur nakað heilt annað: at fosturtøka er ein rættur, sum krevur onga orsøk. Tað er eitt moralskt skifti frá lívsverju hjá tí veika (barninum) til frælsi hjá einstaklinginum (kvinnuni).

Tað er eisini ein praktiskur munur. Í Føroyum er talið av fosturtøkum sera lágt samanborið við bæði okkara grannalond og onnur evropeisk lond.

Ein av orsøkunum til tess má metast at vera tí, atgongdin til fosturtøku er torfør og treytirnar strangar. Við fríari fosturtøku fer talið heilt vist at hækka, tí tað verður lættari at fáa fosturtøku. At siga, at tað ikki ger mun, er at blunda fyri veruleikanum.

Við fríari fosturtøku verður sjálvt lívið gjørt til eitt val. Nakað, man kann velja til ella frá, í øllum førum, nakað, ið kann stigbendast Hetta sendir eitt boðskap, sum undirgrevur virðið hjá teimum veikastu í samfelagsnum

Í Danmark varð broytingin í 1973 fría fosturtøku mett sum ein stór liberalisering. Ongin helt, at tað var herðing, tí tað var tað øvugta.

Føroyar mugu ikki gloyma hetta. At innføra frí fosturtøku til 12. viku er ikki ein herðing, men eitt stórt stig burtur frá at verja lívið og ófødda barnið.