Aftur

Hevur ófødda barnið onga rødd?
Lógaruppskot um fría fosturtøku enn einaferð
Í september í ár, løgdu løgtingtinslimirnir Eyðdis H. Niclasen, Ingilín D. Strøm, Hervør Pálsdóttir og Karlot Hergeirsson uppskot um fría fosturtøku fram til 12. viku lagt fyri Løgtingið. Hetta er aðru ferð í hesum valskeiðnum, at uppskot um fría fosturtøku verður lagt fram . Hetta uppskotið hevur týdning fyri framtíðina hjá teimum veikastu í millum okkum, og sum ikki hava møguleika at siga frá, verja seg ella biðja um hjálp. Tað ræður um framtíðina hjá ófødda barninum í Føroyum.
Uppskotið er næstan orð fyri orð tað sama sum uppskotið í løgtingsmáli 88/2023, sum varð felt í fjør. Kortini verður tað nú lagt fram umaftur, beint nú ein lítil og tíðaravmarkað broyting er í samansetingini av Løgtinginum.
Men vónin livir enn, at hetta uppskotið ikki verður samtykt.
Tað, sum verður lagt upp til, er, at fosturtøka skal verða ein fríur rættur fram til endan av 12. viku, uttan loyvi, uttan grundgeving, uttan nakra fosturvernd (§1).
Hetta merkir, at eitt lív, sum longu hevur hjartasláttur, fingrar, bibbir og eina framtíð treytaða av, at tað verður vart og fær frið í móðurlívi, kann takast burtur, uttan at nakar spyr: “Er eingin annar møguleiki?“
Nýggj lóg – nýggj kós
Í lógaruppskotinum sæst, at ráðgeving skal bara bjóðast kvinnum, sum umhugsað fosturtøku, men ikki treyt (§7).
Ein kvinna í einari av lívsins mest tyngstu og sárbæru støðum, eigur ikki at standa einsamøll, men tvørturímóti at møta hjálp og stuðli í skipaðum karmum.
Hvussu við fosturtøku tá fostrið er lívført? Í uppskotinum stendur, at fosturtøka kann gevast, um fostrið hevur álvarsliga sjúku, eisini eftir, at fostrið er lívført (§5). Við hesum verður signalerað, at lív við sjúku og breki er minni vert enn lív uttan. Men, vit kenna øll menniskju við breki, sum geva samfelagnum so sera nógv. Halda vit, at tey høvdu minni rætt at verða fødd?
Lívið hevur virði
Tað er lætt at tosa um lógir og reglur. Men í veruleikanum snýr hetta seg um lív. Um smá hjørtu. Um framtíðar menniskju, sum kundu flent, spælt, elskað og verið elskað.
Og tað snýr seg eisini um kvinnuna sjálva. Ein avgerð um fosturtøku ber ofta við sær sálarliga pínu og sorg, sum hon kann bera við sær leingi. Men uppskotið sigur, at ráðgeving er valfrí. Skulu vit lata kvinnur standa einsamallar í teirra tyngstu løtum?
Vit eiga heldur at byggja eitt samfelag, har ein kvinna, sum er í neyð, fær stuðul, vernd og hjálp. Ikki ein skjótan veg út úr eini truplari støðu. Tí sannleikin er, at tað eru vit, sum samfelag, ið skulu lyfta byrðuna, ikki lívið, sum skal burturbeinast.
Tey smáu í móðurlívi hava onga rødd. Men vit hava eina.
Og tí mugu vit siga tað greitt: Lívið hevur virði, frá fyrstu løtu. Øll eiga rættin til lív.