Aftur

§52a fyrispurningur um fosturtøkur í Sjúkrahúsverkinum
§52a fyrispurningur frá løgtingslimi
Í einum §52a fyrispurningi til landsstýriskvinnuna í heilsumálum, Margit Stórá, spurdi Jenis av Rana, løgtingsmaður um mannagongdirnar í sjúkrahúsunum um fostrið, frá teirri løtu lívstráðurin er kvettur, til fosturtøkan er endað.
Aftursvar frá landsstýriskvinnuni
Margit Stórá hevur svarað, at tá eitt fostur verður tikið eftir viku 12 og fyri viku 22, kunnu fólk sjálv avgera, hvat skal gerast við fostrið.
Sambært Sjúkrahúsverkinum vilja tey flestu jarða fostrið í grøv hjá einum avvarðandi, Um tey ikki hava fostrið við sær heim, verður fostrið burturbeint sum lívfrøðilig burturbeining.
Hvussu verða fosturtøkur framdar?
Spurd um hvussu fosturtøkur verða framdar í Sjúkrahúsverkinum, svarar landsstýriskvinnan, at er fosturtøkan fyri viku 12, verður hon vanliga framd sum evnafrøðilig fosturtøka (medisinsk fosturtøka). Verður fosturtøkan framd við skurð, verður vevnaðurin burturbeindur sum lívfrøðilig burturbeining.
Alment innlit er týdningarmikið
Provita metir tað vera sera týdningarmikið, at vit sum samfelag fáa alment innlit hvussu í mannagongdir og annað hvat viðvíkir fosturtøkuøkinum í Føroyum, hóast tað kensluliga kann vera tungt at rúma.
Endamálið við §52a fyrispurningum er, at teir og stuttir og greiðir, og ikki krevja umfatandi svør. Men grundað hendan spurningin hjá Jenis og svarið frá landsstýriskvinnuni, metir Provitir tó, at vísir eisini, at fleiri viðurskifti um fosturtøkuøkið í Føroyum, vit ikki vita er nóg væl upplýst um. M.a. hesi trý ítøkiligu viðurskiftini:
- Eru hagtøl fyri fyri orsøkirnar hví føroyskar kvinnur fáa fosturtøku?
- Hvørja fosturtøkuráðgeving fáa kvinnurnar og familjurar, m.a. um fosturmenning og aðrar møguleikar enn fosturtøku?
- í Danmark og øðrum londum kring okkum, verða seinfosturtøkur (10 vikur eftir gitna/12 vikur eftir seinastu menstratión) m.a. eisini framdar sum evnafrøðiligar fosturtøkur, og minna tí rættuliga nógv um føðingar. Hvussu er í Føroyum?