Aftursvar til 9a. í Hoyvíkar skúla
22. februar 2016



Les um uppskotið og um ungdómsting HAR

 


Góðu næmingar í 9.a. flokki í Hoyvíkar skúla.


 

Viðvíkjandi: Uppskot um at endurskoða og broyta fosturtøkulógina

http://www.logting.fo/files/casestate/15895/008.16%20U.t.s.%20um%20fria%20fosturtoka%20(1).pdf



Tað var kveikjandi at síggja áhuga og ágrýtni tykkara fyri politiska lívi Føroya fólks. Tað er gott, at tit hava dirvi til at taka upp umstrídd evni, so sum fosturtøku, og at geva tykkara meining til kennar, alment. Tá hetta er sagt, vilja vit fegin gera nakrar viðmerkingar.



"Eitt sindur meira tíðarhóskandi”
Vit eru samd í, at føroyska fosturtøkulógin eigur at vera endurskoðað. Í Føroyum er lógligt at fremja fosturtøku upp til 16 vikur eftir giting. Núverandi krøv, sum skulu vera uppfylt, verða í stóran mun tulkað eftir sannføring. Angribollin er til taks til øll yvir 15 ár uttan læknaávísing, eftirlit ella uppfylging. Hesi viðurskifti eru mikið ørkymlandi.


Í norðurlondum eru ófødd børn í hópatali offur fyri fosturtøku, viðhvørt í 18. ella 24. viku, stundum orsaka av fíggjaviðurskiftum, kyni ella breki. Hetta er stórliga diskriminerandi. Tað er ikki framstig. Hjálparleys menniskjalív verða við valdi tikin av døgum. Kvinnur og menn líða og pínast av fosturtøku.Tey hava so avgjørt betri uppiborið.



”Val fyri ábyrgd”
Kvinnur eru ofta undir stórum trýsti frá maka, familjulimum, vinum og enntá fakfólki, til at fáa barnið tikið við fosturtøku. Ofta verða kvinnur latnar til sín sjálvs at taka hesa stóru og torføru avgerð, og líða einsamallar av avleiðingunum.


Hvar eru páparnir? Hvar eru møguleikarnir? Hvar er tað størra samfelagið? Ein kvinna sum kennir seg trýsta, ikki er nóg væl upplýst, ikki hevur lívførar møguleikar og ongan stuðul, hevur einki val, í orðsins rætta týdningi. Hvat við teimum monnum, sum ikki ynskja, at barn teirra verður tikið við fosturtøku? Ein betri loysn hevði verið at arbeitt fyri viðurskiftum, sum stuðla kvinnum og børnum teirra.



”Tað religiøsa”
Tað er órógvandi at síggja, at tit tykjast ikki at virða sjónarmiðini hjá stórum parti av Føroya fólki, sum ikki hevur somu meining sum tit tí, at tey møguliga eru trúgvandi.


Nógv fólk stuðla okkara áskoðan, bæði trúgvandi og guðloysingar, tí at fosturtøku er ikki "bert" ein spurningur um trúgv, men um lívfrøði, heimaspeki, mannarættindi, heilsu og mentan.


Vit eru vónbrotin av tykkara hugburði mótvegis Føroya Pro Vita, sum er einasti felagsskapur fyri lívi í Føroyum. Vit útvega stóra nøgd av neyvari og dagførdari upplýsing um fosturmenning, fosturtøkuhættir, menniskjarættindi og kropsligu, sálarligu og sosialu avleiðingarnar av fosturtøku, harav sálarløst eftir fosturtøku (post-abortion trauma). Hetta íkastið er lívsneyðugt av hava við í einum og hvørjum kjaki um fosturtøku. Vit vóna, at tit endurskoða tykkara støðu. Vit vilja fegin vitja tykkara flokk, og siga frá okkara vitan og royndum.



”Brúkt sum fyribyrging”
Vit halda ikki, at betri atgongd og meira upplýsing um fyribyrging minkar um talið av fosturtøkum. Kanningar í fleiri ymiskum londum vísa, at upp til 60% av kvinnum, sum fingu framt fosturtøku, vóru við barn, tí at fyribyrgingin miseydnaðist. Harafturat eru fleiri fyribyrgingarhættir fosturtýnandi, og eru til stóran heilsuvanda fyri kvinnur. Fosturtøka hevur eisini álvarslig hjáárin fyri kvinnur, t.d. fleiri sjálvmorð ímillum kvinnur, sum hava fingið fosturtøku, størri vanda fyri at fáa bróstkrabba, størri vanda fyri at føða ov tíðliga, størri vanda fyri fosturláti, deyðføddum barni o.s.fr.


Einaferð enn vilja vit vísa á, at kvinnur hava betri uppiborið, og vit skjóta upp at arbeiða fyri alternativum fyri fosturtøku.



Heldur enn at gera somu mistøk sum hini norðurlondini, latið okkum í Føroyum "ganga ímóti streyminum” sum eitt samfelag; ið bjóðar børnum vælkomnum og sum virðismetir kvinnur - við at verja bæði. Latið okkum, heldur enn at tala fyri fleiri fosturtøkum, arbeiða fyri at veita kvinnum og óføddum børnum lívsjáttandi møguleikar.


Vinarliga


FØROYA PRO VITA



Lesarin skrivar - vp.fo

Lesarin - portal.fo