Gott 1000 føroyskar kvinnur brúka vandamiklastu p-bollarnar
23. oktober 2015
Fjórða hvør føroysk kvinna, sum brúkar p-bollar, brúkar sløg úr sokallaðu 3. og 4. generatión. Hesi sløgini økja sambært kanningum munandi um vandan fyri at fáa blóðproppar í lungu og bein, samanborið við eldru og minni vandamiklu sløgini, tey sum verða kallað 2. generatións p-bollar.

Í august vóru greinar í donsku miðlunum, sum við støði í nýggjum tølum fyri 2014 vístu, at 120.000 danskar kvinnur, svarandi til 28 prosent av øllum kvinnum, sum brúka p-bollar, fáa vandamiklaru sløgini.

Í Føroyum vísa tøl frá Apoteksverki Føroya, at tað eru gott 1000 av 4000 kvinnum í Føroyum sum brúka p-bollar, næstan 27 prosent, sum brúka vandamiklaru sløgini av p-bollum.


Les meira HAR



P-bollar ávirka slímhinnuna í lívmóðirini soleiðis, at  gitin egg ikki kunnu festa og menna seg.